So einfaldur er veruleikin ikki

Ingeborg Vinther hevur í eini blaðsamrøðu fornermað Bergtóru Høgnadóttir Joensen, tí hon hevur dittað sær at siga, at tey veiku og annars minni mentu eiga ongan góðan í løgtinginum.

Hesum finnur Bergtóra seg ikki í, og vísir á alt tað góða, sum Tjóðveldi hevur roynt at gjørt (í hvussu so er meðan flokkurin hevur verið í andstøðu), og so sigur hon eisini, at bleytu virðini hava onga raðfesting fingið frá sitandi samgongu.

Eg veit ikki, hvat Bergtóra skilir við orðið raðfesting, men vanliga merkingin er, at tú hevur eina samlaða peningamongd, sum tú býtir ímillum samfelagsøkini eftir tørvi. Har kann eg heilsa og siga, at hóast sparingarnar í almanna- og heilsumálum hava verið nógv útskeldaðar í hesum valskeiðinum, so fáa hesi málsøki størri part av køkuni nú, enn tey fingu í 2008, tá Bergtóra og CHE-samgongan sótu við valdið. Í krónum og oyrum tosa vit um eina økta játtan til almanna- og heilsumál, sum er omanfyri 300 mió. krónur. ABC-samgongan hevur altso raðfest almanna- og heilsumál munandi hægri enn CHE-samgongan gjørdi.

Eingin vil øðrum ilt
Eg skuldseti ongan politikara fyri at vilja teimum veikastu í samfelagnum nakað ilt, men vit hava ein fíggjarligan veruleika, sum vit ikki kunnu renna undan.

Spurningurin, síðani hendan samgongan tók við, hevur ikki verið, hvussu vit skuldu raðfesta, men spurningur hevur heldur verið, hvussu nógvar pengar vit hava havt at ráða yvir. Og júst her er Tjóðveldi tann stóri syndarin. Við sínum fullveldispolitikki, hevur flokkurin tveitt stóran part av teimum inntøkunum burtur, sum annars skuldu verið brúktar til millum annað at hjálpa teimum veikastu bólkunum við.

Bergtóra skrivar, at Tjóðveldi hevur roynt at funnið alternativar loysnir, lagt upp til semjur og enntá víst á, hvar peningurin kann finnast ístaðin. Men tað er ikki allur sannleikin, tí hevði CHE-samgongan hildið fram, so høvdu 117 mió. krónur afturat verið tiknar av inntøkusíðuni í 2009.

Fullveldi ella vælferð
Eg havi onkuntíð spurt Bergtóru í løgtinginum, hvat hon raðfestir hægri, um hon skal velja ímillum fullveldi ella vælferð. Svarið er sjálvandi, at hon velur bæði. – Jú vit kunnu uttan iva tosa okkum burturúr nógvum, men í tí veruliga lívinum er tað einki sum eitur bæði. Tað ber ikki til, í óendaligar tíðir, at raðfesta pengar, sum ikki eru til.

Tí er tað beinleiðis ósmæðið, tá Bergtóra Høgnadóttir Joensen skrivar: “Tað er samgongan og samgongan einsamøll, sum hevur knúskað gerandisdagin hjá mongum.” So einfaldur er veruleikin nevniliga ikki.