Nú boða Strandfaraskip Landsins frá, at Teistin fer aftur í sigling.
Tað er leiðin, Skopun - Gamlarætt (60) og Gamlarætt - Hestur (61), sum nú fara í gongd aftur.
Eingin sigling hevur verið á hesum leiðum fyrr í morgun, tí portrið í havnini í Skopun fekst ikki upp.
Einki verður sagt um portrið, men tá siglingin byrjar aftur, er portrið í øllum førum opið aftur.
- Siglt verður av Gomlurætt nú klokkan 10 og úr Skopun aftur klokkan 10.30, skrivar heimasíðan hjá SSL.
Lagt verður aftrat, at eftir ætlan verður siglt sambært ferðaætlanini á leið 60 og 61 tað, ið eftir er av degnum.
##med2##