So byrjaði fótbóltssummarið

Nei, sipað verður ikki til veðrið, men heldur til sjónvarpsskýggjan, sum komandi vikurnar fer at varpa landsdystirnar úr Hollandi og Belgia

Eftir góðveðrið í mei mánaði, vóru helst mong, sum við gleði bitu merki í, at lágtrýstini við regni og vindi komu um okkara leiðir móti endanum av undanfarnu viku.

Hetta gav sofaíðkarunum møguleika at sita inni í hyggja at EM-fótbólti heldur enn at striðast við at spula tún ella lúka í urtagarðinum, og at døma efdir dystunum higartil, verður talan kanska als ikki um nakað keðiligt endaspæl.


Gott undirhald

Vanliga verður tikið til, at fyrstu dystirnir í endaspølunum eru teir keðiligast at hyggja at. Aloftast eru liðini so ræðslusligin fyri at tapa fyrsta dystin, at tey gloyma alt um álopsfótbólt, og ístaðin leggja doyðin á, at mótstøðuliðið ikki skorar, men soleiðis tykist ikki at vera í ár.

Eftir ein opningsdyst, sum, hóast hann ikki var av teimum bestu, var nakað væl frægari enn so nógvir aðrir av hesum slag, hava vit longu nú sæð nakrar heilt góðar dystir, sum hava gjørt sítt til, at vónirnar um eitt gott fótbóltssummar framvegis liva ? og liva væl.


Ring norðurlendsk byrjan

Meðan hvørki Belgia ella Svøríki vístu seg at vera eitt av teimum, sum roknast skal við, so góvu hini bæði liðini í bólkinum okkum ein undirhaldandi dyst. Serliga tóktist Italia at vera væl fyri og spældu meira álopssinað enn leingi, men turkarnir vera undir ongum umstøðum nakar gloypibiti hjá Belgia ella Svøríki.

Sæð við føroyskum eygum, hevði dysturin hjá Danmark kanska størsta áhugan, men mest áhugaverda við dystinum var, at Frakland aftur er farið at spæla sum heimsmeistarar.

Verður sæð burtur frá fyrsta korterinum ella so, vóru fransmenninir fleiri klassar omanfyri danir, og serliga tóktist miðvøllurin og álopið at rigga væl. At enda vóru danir so móðir, at teir valla fingu runnið seinasta korterið, og í roynd og veru kundi franski sigurin verið størri, um leikararnir høvdu havt áhuga í hesum.


Órættvíst kekkikst tap

Hini bæði liðini í bólkinum prógvaðu í hvør sínum hálvleiki, at heldur ikki móti teimum, skulu danir rokna við nøkrum løttum stigum.

Eftir at heimaliðið í fyrra hálvleiki hevði havt tamarhald á tí mesta, blakaðu kekkar alt varnið fyri borð seinna umfarið, og tað tóktist heldur órættvíst, at hollendingar skuldu fáa sigursmálið, tá Frank de Boer setti brotsspark í netið, eftir at tvíburðabróðir hansara fekk tiltuskað sær eitt heldur tunt brotsspark.

Hóast talan í allar mátar var um ein órættvísan sigur, so er kortini ikki vist, at føroysku hyggjararnir tóku synd í kekkum, sum høvdu royndir á bæði stólpa og tvørstong í seinna hálvleiki.


Hagi enn í serflokki

Mánadagin varð so hol sett á bólk A, og eisini her gjørdist talan um tveir sera áhugaverdar dystir.

Í tí fyrra, millum Týskland og Rumenia, prógvaðu rumenar enn einaferð, at hóast fleiri av stjørnum teirra nú eru komnir nakað upp í árini, so er framvegis dugur í teimum, og serliga stuttligt var at síggja Hagi, sum framvegis spælir sum ein unglingi. Spell at heimurin um stutta tíð ikki longur hevur møguleika at síggja hansara evni á einum fótbóltsvølli.

Týskland megnaði tó at fáa stig burtur úr dystinum, og hetta kann í øllum førum ikki sigast um Ongland. Hóast teir tíðliga í dystinum komu á odda við tveimum málum, so megnaðu teir ikki at halda fast um leiðsluna, og alt í alt var tað fult uppiborið, at tað ístaðin gjørdist Portugal sum vann 3-2 í einum dysti, sum helst var meira undirhaldandi enn væl spældur.


Komandi dagarnir

Eftir evstamark í gjár vórðu tveir dystir spældir, og uttan iva verður spennandi at síggja, hvussu norsku grannar okkara standa seg móti sponsku favorittunum, men eisini verður spennandi at vita, hvussu leikur fer, tá Slovenia og Jugoslavia skulu royna seg móti hvørjum øðrum. Vónandi fer umtalan av hesum at snúgva seg um tað, sum fer fram á vøllinum heldur enn uttanfyri.

Í dag verður so at siga fótbóltsfrítt. Bert ein dystur á skránni, har vinnarin av Italia-Belgia kann gerast fyrsta liðið, sum tryggjar sær sess í fjórðingsfinalunum.

Jú, fyrstu dagarnir framman fyri skíggjan hava so avgjørt birt undir vónirnar til eitt frálíkt fótbóltssummar..

Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.

Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.

-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.