So bragdaði hjá útróðrinum

Heystið hevur higartil ikki roynst hjá útróðrarbátum, sum fiska við línu, men seinastu dagarnar hava útróðrarbátar havt góðan fiskiskap.

Heystið hevur higartil ikki roynst hjá útróðrarbátum, sum fiska við línu, men eftir ódnarveðrið, sum serliga herjaði seinasta hósdag, hava útróðrarbátar seinastu dagarnar rættiliga borið við fisk.

 

Gordrúgvin, sum vanliga roynist drúgvur, hevði 10.500 pund í gjár, Líðhamar hevði 8.000 pund í gjár og 7.500 pund í dag, og útróðrarbáturin Bragd hevði 8.500 pund í gjár.

 

Hetta eru nøkur tilvildarlig tøl frá degnum í gjár og partvís degnum í dag, og hetta er góður útróður og munandi betri, enn hann annars hevur verið í heyst.

 

In.fo hevur í morgun skift orð við Janus Sørensen, sum førir útróðrarbátin, Brand. Línan verður egnd í Norðdepli, har tveir  mans, sum eru knýttir at bátinum, skipa egningina, og síðan eru tveir mans aftrat Janusi umborð á Brandi.

 

Soleiðis eru fimm mans knýttir at útróðrarbátinum tilsamans, umframt teir sum egna. Í egningini eru pensjónistar álitið, harav elsti egnarin er 86 ár.

 

- Í nøkur ár hava vit mannað okkum soleiðis, og eg haldi, at hetta hevur riggað væl. Línan verður væl egnd, og berst onkrum av manningini umborð á Brandi frá ein túr, kemur annar av monnunum í landi umborð, sigur Janus Sørensen.

 

Í gjár og í dag hevur Brandur annars fiskað 14.000 pund tilsamans, 7.000 pund hvønn dagin á 50 stampum.

 

- Vit høvdu vónað, at fiskurin kom fyrr í heyst, men tað er hent áður, at fiskurin hevur verið seinur, og at lítið hevur verið at fingið til jólar. Fyrra hálva av árinum royndist annars væl, men heystið hevur higartil verið vánaligt.

 

Janus Sørensen sigur, at eftir illveðrið, sum serliga herjaði seinasta hósdag, er meira lív komið í sjógvin, og sjógvurin er eisini kølnaður niður á umleið 7,7-8 stig við botnin.

 

- Umleið 2/3 av veiðini hjá okkum í dag og gjár var góð hýsa, og umleið 1/3 var toskur. Fiskurin er væl fyri, sigur skiparin á Brandi.