Fernando Torres skoraði hattrick, tá Chelsea í dag vann heili 6-1 á Queens Park Rangers, meðan Tottenham vann 2-0 á Blackburn.
Tað hevur ikki gingið sum ætlað hjá Fernando Torres síðani hann skifti frá Liveprool til Chelsea fyri næstan eina hálva milliard krónur. Men seinastu tveir dystirnar hevur spaniólin skotið fýra mál. Hann staðfesti samanlagda sigurin móti Barcelona sum innskiftari, og í dag spældi hann allan dystin í álopinum og skoraði trý mál.
Enska fótbóltssambandið hevði avgjørt undan dystinum, at leikararnir ikki skuldu taka í hondina á hvørjum øðrum. Hetta er orsaka av sakini frá fyrra dystinum í hesum kappingarárinum, tá John Terry kom undir illgruna fyri at hava nýt rasistiskan málburð mótvegis Anton Ferdinand. Sakin er nú ein politisak, sum er útsett til eftir EM endaspælið í Ukreina og Póllandi. Sostatt sluppu teir báðir frá at taka í hondina á hvørjum øðrum.
Tað gekk bara ein minuttur, so legði Daniel Sturridge heimaliðið á odda við skoti uttanfyri brotsteigin. Tá dysturin var eitt lítið korter gamal stútaði John Terry bótin í mál eftir horna. Síðani tók Fernando Torres yvir. Fyrst skoraði hann tvær ferðir í fyrra hálvleiki og tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik sendi Juan Mata landsmannin avstað, sum skoraði sítt triðja mál upp í slag og harvið reint hattrick.
Innskifti Florent Malouda økti til 6-0, áðrenn Djibril Cissé minkaði um munin fyri QPR, sum framvegis er ájavnt Bolton í stigum. Bolton liggur á triðja og seinasta niðurflytingarplássinum, men hevur spælt ein dyst færri enn QPR.
Tottenham hevur nú yvirhálað Newcastle á fjórða plássi. Harry Redknapp og hansara menn vunnu í dag 2-0 á Blackburn. Rafael Van der Vaart legði Tottenham á miðskeiðis í fyrra hálvleiki, meðan Kyle Walker økti um leiðsluna eitt korter fyri tíð við flottum kanón-frísparki.
Tottenham og Newcastle hava bæði 62 stig á ávíkavist fjórða og fimta plássi, meðan Chelsea hevur 61 stig á sætta plássi. Mikukvøldið møtast Chelsea og Newcastle.
Premier League:
Chelsea QPR 6-1
1-0 Daniel Sturridge, 1
2-0 John Terry, 13
3-0 Fernando Torres, 19
4-0 Fernando Torres, 25
5-0 Fernando Torres, 64
6-0 Florent Malouda, 80
6-1 Djibril Cissé, 84
Tottenham Blackburn 2-0
1-0 Rafael Van der Vaart, 22
2-0 Kyle Walker, 75