Heri Ziska var ein fegin maður, tá hann skuldi tveita sætta og seinasta diskin. Hann var tá fullvísur í, at bronsan var hansara og hana kundi eingin taka frá honum.
– Nú eri eg rættiliga fegin, tað vil eg siga, smíltist Heri Ziska fegin meðan hann bíðaði eftir at fáa bronsukrónuna um hálsin.
– Rakti eg plett hevði eg helst kunnað fari longur enn hasar 45 metrarnar, sum gullið var til, men tað gjørdi eg so ikki, staðfesti Heri og legði so aftrat:
– Men nú eri eg glaður kortini.
Ein disk frá silvur
Tá samanum kom vísti tað seg, at Heri Ziska bert var 20 centimetrar frá at vinna silvur. Hann kastaði sjálvur 43,20 metrar, meðan maðurin frammanfyri kastaði 43,40. Tað vil siga, at í roynd og veru var tað bara tvørmáti á sjálvum diskinum, sum Heri Ziska var frá silvurmedaljuni. Kortini iðrar hann seg ikki.
– Silvur ella bronsa hjá mær er líkamikið í hesi løtu, tí nú fegnist eg bara um at sleppa upp aftur á heiðursmerkjaskammilin, segði Heri Ziska. Veruleikin eru jú tann, at tríggjar undanfarnu oyggjaleikirnar hevur Heri Ziska ikki vunnið nakað heiðursmerki í diskuskast.
Álvarsliga skaddur
Meðan aðrir íðkarar hava gjørt nógv burtur úr sínum fyrireikingum til leikirnar, hevur Heri Ziska fingið oyðilagt ein stóran part av hesum, orsaka av einum álvarsomum ryggskaða, sum hann fekk vikurnar uppundir leikirnar.
– Eg var heilt har úti har eg trúði, at tað nú var liðugt við at kasta hjá mær, so tað var gott bara at kasta aftur, sigur Heri Ziska, bronsuvinnari í diskuskast.
Kappingin var annars skipað við tíggju luttakarum. Tað var tó bara pláss fyri átta í finaluni, og tískil skuldu tveir teirra sáldast frá eftir trý tey fyrstu køstini. Her kom Heri trygt víðari. So trygt enn tá, at tað var hansara triðja av tilsamans seks køstum, sum tryggjaði honum bronsuna. Silvurið fór fyri 43,40 metrar og gullið fyri 45,42 metrar.










