Hóast vit omanfyri kunnu skriva, at hitin kom upp í 17 stig í Klaksvík seinasta hósdag, so boðar Petur Skeel nú frá kava.
Hann sigur, at fríggjadagin og leygardagin verður hvassur vindur ella skrið av norði og ælingum, sum partvís verður sum vátakava. Út á leygardagin verður minni vindur og yvirhøvur turt, og tá verður hitin millum trý og sjey stig.