Snús er mest effektivt til roykiavvenjing

- Men, bæði roykur og snús kunnu vera heilsuskaðilig, sigur norski granskarin, Ingeborg Lund.

Fólkaheilsuráðið í Noregi sigur á síni heimasíðu, at snús er hin mest effektivi mátin til roykiavvenjing.

 

Tað vísir ein nýggj kanning, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt.

 

- Okkara kanning bendir á, at snús kann vera ein effektivur máti hjá fleiri, sum ynskja at sleppa av við sigarettina.

 

Ingeborg Lund, granskari hjá Fólkaheilsuráðnum, ásannar tó, at snús er ein trupulleiki millum ungdóm.

 

- Haraftrat kemur, at bæði roykur og snús kunnu vera heilsuskaðilig, leggur hon aftrat.