Liberalu demokratarnir megnaðu bert at vinna eitt av teimum 59 valdømunum í Skotlandi. SNP hevur vunnið heili 56 av teimum 59 valdømunum í Skotlandi, og verða harvið triðstørsti flokkurin í parlamentinum í Westminster í London.
Okkara grannaoyggjar, Hetland og Orknoyggjar, sum saman eru eitt valdømi valdu at halda fast við Alistair Carmichael hjá Liberalu demokratunum, sum teirra umboð í Westminster.
Alastair Carmichael fekk 9.407 atkvøður í Hetlandi og Orknoyggjum. Danus Skene hjá SNP fekk 8.590 atkvøður, Donald Cameron, konservativur fekk 2.025 atkvøður, Gerry McGarvey hjá Labour fekk 1.625 atkvøður, og kandidaturin hjá UKIP, Robert Smith fekk 1.082 atkvøður.
Á myndini sæst Alastair Carmichael takka veljarunum í Hetlandi og Orknoyggjum fyri álitið.
Liberalu demokratarnir í Skotlandi hava mist 10 sessir til SNP. Labour í Skotlandi hava mist heilar 40 sessir til SNP í Skotlandi.










