USA ákærir Rusland fyri at geva fyrrverandi CIA starvsfólkinum Edward Snowden ein pall at fremja propaganda mótvegis USA. USA ákærir Snowden fyri landaskaðiligt virksemi og ynskir at fáa hann útflýggjaðan.
Amerikanski forsetin, Barack Obama, setti seg í samband við Vladimir Putin, eftir at Edward Snowden hevði hitt fólk frá mannarættindafelagskapum í floghavnini í Moskva. Hetta er fyrstu ferð, at Snowden ger vart við seg, eftir at hann kom higar úr Hong Kong fyri trimum vikum síðani. Snowden er ákærdur fyri at leka loyniligar upplýsingar um fregnartænastuvirksemið hjá USA.
Snowden sigur, at hann hevur biðið um friðskjól í Ruslandi fyri at kunna ferðast til Suðuramerika, har friðskjól stendur honum í boði. Men eingin umsókn er komin enn frá Snowden, sigur Konstantin Romodanovsky, stjóri í ráðnum fyri flóttafólk í Ruslandi, smbrt. tíðindastovuni Interfax.
Snowden, sum hevur starvast hjá CIA, er enn ikki sloppin úr transitt-økinum í Sheremetyevo floghavnini í Moska, har hann sigst at hava verið staddur í floghavnshotellinum Capsule Hotel síðani 23. juni.
Júst hvat teir báðir forsetarnir hava tosað um, er ikki greitt, men Hvíta Húsið hevur váttað, at málið um Snowden var evnið í samrøðuni.
"At geva harra Snowden ein pall at reka propaganda frá, er ikki í samsvar við, hvat Rusland higartil hevur sagt um, at Rusland er uttanveltað", segði talsmaðurin í Hvíta Húsinum, Jay Carned, áðrenn samrøðan fór fram millum forsetarnar.
"Tað er heldur ikki í samsvar við, at Rusland hevur vissað heimin um, at tey ynskja, at Snowden ikki skaðar áhugamál hjá USA meira."
Støðan hjá Kremlin er, at Snowden kann sum flóttafólk verða verandi í Ruslandi, so leingi sum hann ikki lekur fleiri loyndarmál um fregnartænastuvirksemið hjá USA kring heimin.
"Snowden kann hugsandi verða verandi í Ruslandi, um hann fullkomiliga steðgar við at skaða okkara amerikansku felagar og viðurskiftini millum USA og Rusland, og harnæst, um hann sjálvur biður um friðskjól", segði talsmaður hjá Putin, Dmityr Peskov.
Amerikanski ríkisborgarin hevur sent umsóknir um politiskt friðskjól í minst 21 londum, har av tey flestu hava noktað honum friðskjól. Bolivia, Nicaragua og Venezuela hava tó sagt seg at vilja taka ímóti honum.
Men Snowden fær ikki farið úr transitt-økinum uttan røttu skjølini, eitt galdandi pass og eitt russiskt innferðarloyvi. Umframt at summi evropeisk lond kunnu sannlíkt lata loftrúm teirra aftur fyri flogførum, har illgruni kann vera um, at tann flýggjandi Snowden er umborð.