Snotuligit bilar, lutvíst bygdir úr timburi, sum tó hvødu átta sylindarar og upp í góðar 300 HK, hvødu leitað sær norður til Klaksvíkar í góðverðinum í dag. Talan er um ein Morgan-felagsskap úr Danmark, sum er á Føroyavitjan.
- Tey lótu væl at veðrinum, tó at tey vóru væl ílatin til endamálið, tí flestu bilarnir vóru opnir. Til ber eisini at hála ein segldúk uttanyvir til førarahús, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar Kommunu.
Hann sigur, at hópin av eldri og yngri biláhugaðum monnum saman við eins áhugaðum dreingjum vóru komnir saman at hyggja at sjálvsomu gestunum.
- Ikki tí onkur áhugað dama var eisini í millum, sigur hann.
Við serligum rúmligum ljóði, sum ein bilsymfoni, fóru akførini strúkandi varðisliga avstaðaftur eftir ein frálíkan derkkamunn hjá Jórun seinapartin í dag.
Mynd: Dávur Winther










