Snotuligir hjallar við góðum krovum

Góður ásur, vildi onkur sagt - ella góður kjøtásur. Nógvir hjallar eru snøggir og nossligir.

Netið hevur gjørt, at almenningurin sær meira, enn møguligt hevur verið áður.

 

Fólk eru røsk at leggja myndir út á facebook, og nú fjøllini verða gingin, og nógv verður flett kring um landið, eru nógvar flottar myndir at síggja.

 

Myndin, sum er viðheft hesum greinastubba, liggur á facebook-síðuni hjá løgtingsmanninum á Sandi, Pálli á Reynatúgvu.

 

Páll sigur, at í ár er fyrstu ferð hent, at eitt gimburlamb í Innara Haga er farið um tey 40 pundini, og aðrastaðni sigur løgtingsmaðurin, at vektin í ár er góð.

 

Ein viðmerkjari skrivar, at hetta er "góður ásur" - og kanska fer onkur at ivast í, hvat ásur í veruleikanum er. 

 

Ásur er bjálki ella mønutræ í hjalli - træ, sum krov verða hongd á at turka. Kjøtásur verður eisini brúkt um træið, har krovini hanga á spritu tvørtur um ásin.

 

Í øllum førum kann staðfestast, at hjallurin hjá Pálli á Reynatúgvu, har hesi vøkru krovini hanga, er sera nossligur.