Umleið 500 fólk vóru til móttøkuna í snotuliga bygninginum, ið hevur fingið navnið Røktarheimið á Mørkini. Røður vóru hildnar av t.d. Jógvan Mørkøre í Hósvík, formanni í bygginevndini, Heðin Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, Albert Isfeld arkitekti, Tordur Niclasen, bygdaráðsformanni á Eiði, og Mary í Garði, sum stendur fyri heimarøktini og serforsorgini. Millum politikararnar sum hildu røðu vóru Annfinn Kallsberg, Jørgen Niclasen og Páll á Reynatúgvu.
Tað eru arkitektarnir Albert Isfeld og Gudmund Hansen, sum hava teknað røktarheimið, ið er 2.440 fermetrar til støddar. Pláss er fyri 32 búfólkum í fýra eindum á 8 fólk. Bygningurin er í einari hædd.
Umframt at hvør eind hevur sín egna køk, er eisini ein felagskøkur, har møguleiki er til at gera døgurðar til heimabúgvandi eldri fólk. Rúm er eisini til ergo- og fysioterapi.
Arkitektarnir hava lagt serligan dent á, at bygningurin skal falla væl inn í landslagið, og at alt er gjørt liðugt uttanfyri.
Ráðgevarar hava verið sjúkrarøktarfrøðingarnir Idu Sørensen og Sonja Klein. Í sambandið við køkin hevur Petra Jespersen, økonoma á Lágargarði verið ráðgevi.
Byggiservice/Articon hava staðið fyri byggingini. Arbeiðið hevur gingið væl og bygningurin varð liðugur áðrenn ta ásettu tíðina. Samlaði kostnaðurin er mettur til 35,5 mió. krónur uttan mvg.
Annika Vágsheyg í Klaksvík er sett sum leiðari á heiminum. Hon byrjar 1. mars, og fyrstu búfólkini flyta inn 1. apríl.