Snorri Fjallsbak formaður

Tá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund 26. februar, varð Snorri Fjalsbark valdur til formann. Hann varð valdur beinleiðis á fundinum, og loysir hann av Jóannes Dalsgarð, sum hevur verið formaður seinastu árini. Jóannes bar seg undan afturvali

Snorri Fjallsbak hevur í fleiri ár verið virkin tjóðvelidsmaður. Hann hevur eisini stillað upp til val. Snorri undirvísti í nógv ár í alisfrøði og støddfrøði í Studentaskúlanum í Hoydølum. Men seinnu árini hevur hann starvast sum fulltrúi á lønardeildini í fíggjarmálaráðnum
Nevndin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur skipað seg og sær nú soleiðis út:
Snorri Fjallsbak, formður
Laufey Blaasvær, næstformaður
Ragnar Magnussen, skrivari
Kristian Hansen, kassameistari
Eyðfinnur í Búðini