Snorri Eldjarn á FRIGG

Millum mongu básarnar á FRIGG festivalinum, situr íslendski Snorri Eldjarn Snorrason.

Millum mongu básarnar á FRIGG festivalinum, situr íslendski Snorri Eldjarn Snorrason.

Snorri er grafiskur sniðgevi og teknari, og í básinum hjá honum ber til at síggja fleiri verk hjá honum, sum hann hevur gjørt gjøgnum árini.

 

- Eg eri boðin á FRIGG festivalin fyri at sýna verkini hjá mær fram. Eg helt tað vera passandi at sýna verkini fram á einum tónleika festivali, tí eg havi arbeitt nógv saman við tónleikarum og listafólki.

Tað er einki, sum serliga upptekur Snorra, men heldur tað at skapa nakað vakurt og flott. Og eisini at skapa ymiskt fyri fólk, sum eisini gera ymiskt spennandi.

Dagliga arbeiðir Snorri sum grafiskur sniðgevi í einari fyritøku, men so arbeiðir hann eisini freelance við ymiskum verkætlanum við síðunar av.