Snorri er føddur í Reykjavík, men er uppvaksin í Havn. Hann er elstur av teimum fýra børnunum hjá Almu Brend og Halldór Jóhannsson. Snorri er giftur Thurid, f. Lassen, av Viðareiði. Tey eiga døturnar: Dagunn, Rut og Noomi.
Snorri hevur havt eina sera fjølbroytta lívsleið og hevur starvsroyndir á nógvum ymiskum økjum. Í 1977 tók hann HF-prógv í Hoydølum. Frá 1979 til 1981 arbeiddi hann sum blaðmaður á Oyggjatíðindum. Eftir at hava tikið prógv sum fjølmiðlanæmingur í Norra í 1982, arbeiddi hann sum blaðmaður á Dimmalætting til 1987, tá hann fór at lesa til pleygara.
Hann var blaðmaður og layout-medarbeiðari á Trúboðanum og hjá Heimamissiónini í Føroyum frá 1991 til 1993, tá hann fekk starv sum pleygari á Deild 2 á Landssjúkrahúsinum, har hann arbeiddi frá 1993 til 1997. Hetta árið fór hann aftur at arbeiða sum blaðmaður á Dimmalætting.
Í 1999 flutti familjan til Noregs, har Snorri og Thurid gingu á bíbliuskúla í eitt hálvt ár, síðan gekk leiðin til Fraklands, har tey gingu á málskúla í eitt ár, áðrenn tey fóru til Mali í Vesturafrika, har tey arbeiddu sum trúboðarar til 2004 - Snorri við ábyrgd fyri einum studio til framleiðslu av útvarpssendingum á fulani-málinum.
Síðan hevur Snorri arbeitt sum blaðmaður á Sosialinum. Hansara høvuðsøki og stóri áhugi er at vitja bygdir og oyggjar kring landið, umframt at hann eisini hevur ábyrgd av átrúnaðarligu tíðindunum.
Snorri hevur eisini drúgvar royndir innan fyri sang- og tónleikaarbeiði í Havn og aðrastaðni. Hann var urguleikari við Havnar Kirkju í fleiri ár. Hann hevur sítt fasta pláss í Meinigheitshúsinum í Havn, umframt at hann er klokkari og hevur sunnudagsskúla í nýggju kirkjuni í Hoyvík.
Vit á Sosialinum ynskja okkara góða starvsfelaga, sum er burturstaddur á føðingardegnum, hjartaliga tillukku við 50 ára føðingardegnum.
Heilsan
Starvsfelagarnir










