Á Norðoyastevnu var Hvessingur ikki mannaður. Teir róðu á Skálafjarðarstevnu, men teir høvdu bert vant einaferð í bátinum og úrslitið var eisini hareftir.
Men nú teir skuldu rógva á heimasjógvi høvdu teir rættiliga tikið seg saman á Hvessingi.
Teir løgdu til brots, beinanvegin dómarin hevði sent bátarnar avstað og løgdu seg í oddin. Snopprikkur fyldi teimum alla tíðina og syrgdi fyri, at Hvessingur ikki fór ov langt framum.
Snopprikkur rør stak væl og tað sást skilliga, at teir ikki tóku óráð fyri, bara tí at Hvessingur gjørdi ein vørr.
Tað sá út til at hilnast rættiliga væl hjá Hvessingi.
Sølmundur, sum hevur verið nummar tvey hinar báðar róðrarnar, misti eitt stórt fet í FM-kappingini. Í staðin fyri at gerast nummar tvey, gjørdist hann nú nummar fýra og liggur nú ájavnt við Hósvíkinginum í FM-kappingini.
Tá bátarnir fóru at nærkast málinum tóku kreftrinar at ganga undan umborð á Hvessingi.
Ikki so løgið, tá vit nú vita, at teir bert hava verið í bátinum fimm ferð undan stevnuróðrinum leygardagin.
Snopprikkur tók yvir í oddinum og við sær fram hevði hann Hósvíkingin. Hvessingur misti tvey pláss, men megnaði at halda einum triðjaplássi í harðari kapping við Sølmund, sum hevur vant alt árið.
Í FM-kappingini hjá 6-mannaførum við monnum er nú soleiðis statt, at Snopprikkur hevur 21 stig á fyrstaplássinum. Hann hevur vunnið allar sínar róðrar.
Á øðrum plássi koma tveir bátar. Sølmundur og Hósvíkingur. Teir hava báðir 13 stig. Síðan er langt niður til nummar fýra. Lómur av Argjum og Gongurólvur úr Havn hava 6 stig, meðan Hvessingur hevur fýra stig.
Hóast stóra stigamunin, so er væl møguligt, at teir næstu róðrarnir kunnu gerast spennandi. Hvessingur hevur víst, at knotir eru í teimum, og at roknast skal við teimum heilt frammi í oddinum.
Róð verður longu aftur leygardagin, men um hvalvíkingar longu tá fara at koppa havnamonnum í Snopprikki er ikki vantandi, men seinni er væl hugsandi, at teir fara at gera teimum ónáðir.
Úrslitið av róðrinum leygardagin var annars:
1.Snopprikkur7.54,09
2.Hósvíkingur7.57,06
3.Hvessingur7.58,04
4.Sølmundur
5.Lómur
6.Gongurólvur
7.Strálan
8.Jarnbardur
st










