Snopprikkur endurtók bragdið

Kappróður, 6-mannafør menn: Hóast Sølmundur var á heimasjógvi, so lat Snopprikkur teimum ikki ein sentimetur í kappingini teirra millum

Seksmannafarið hjá hvalbingum hevur rættiliga víst flaggið í ár.

Tað eru tó ikki hvalbingar, men havnamenn sum mannað bátin, men allíkavæl.

Á fyrstu stevnuni var tað Sølmundur sum leyp avstað í startinum og Snopprikkur sum við einum ótrúliga góðum endaspurti fekk snýkt seg framum.

Tí kundi vantast, at manningin á Sølmundi, nú teir vóru á heimasjógvi, fóru at leggja eitt sindur eyka í, fyri at halda seg frammanfyri, men gjørdu teir tað, so átti manningin á Snopprikki bara enn meira.

Tað var ongantíð ivið um hvør teirra fór at vinna Skálafjarðarstevnuna.

Snopprikkur gjørdi bart og løgdu seg í oddin beinanvegin, um enn tað var saman við Sølmundi og Hósvíkingi.

Tá farið var um mállinjuna var Snopprikkur næstan trý sekund frammanfyri og tað svarar til hálvaaðru bátslongd.

Kappingin stóð um annaðplássið. Sølmundur fekk sera harða kapping frá Hósvíkingi og bera 4/100 av einum sekundi vóru ímillum teir báðar bátarnar.

Sølmundur tók kortini longra stráðið og endaði á øðrumplássi, meðan Hósvíkingur endaði á triðjaplássi.

Hinir bátarnir lógu nokkso fitt aftanfyri.

Gongurólvur var 12 sekund seinni enn vinnarin og seinasti báturin um mállinjuna, Kollfirðingur, var meir enn ein hálvan minutt eftir vinnaran um mállinjuna.

Úrslitið á Skálafjarðarstevnuni:

1.Snopprikkur7.53.19

2.Sølmundur7.56.05

3.Hósvíkingur7.56.09

4.Lómur

5.Gongurólvur

6.Strálan

7.Hvessingur

8.Kollfirðingur