Snoop Dogg aftur á skíggjan

Tann amerikanski sangarin, Snoop Dogg, hevur seinastu tíðina leitað eftir møguleikum innan filmsídnaðin, og nú skal hann luttaka í eini sendirøð og einum filmi.

 

Gaffa.dk veit í dag at siga, at sangarin hevur fingið leiklutin sum familjuovastin í einari nýggjari sending hjá Warner Bros.

 

Haraftrat er greitt, at Snopp fær høvuðsleiklutin í filminum “The Legend of Fillmore Slim”, sum er ein filmur um lívið hjá sangaranum Fillmore Slim.