Snoop Dog er blivin giftur aftur ? við konu síni Shanté. 12.juni í fjør kundi parið hátíðarhalda 10 ára brúdleypsdag og við eini seinking uppá sjey mánaðir nýtti rapparin høvið til at gera konuna ovfarna við eini romantiskari veitslu í Los Angeles. Her giftu tey seg enn einaferð. 200 fólk vóru við til veitsluna. Fyri nøkrum árum síðani, var hjúnarbandið um at enda, tá ið Snoop vildi fara frá konuni. Aftaná vígsluna gav Snoop konu síni ein ring við gimsteinum , ið vísti at hann meinti tað í álvara. Cordozar Calvin og Shanté Broadus, sum tey í veruleikanum eita, eiga Corde, ið er 13 ár, Cordell, ið er 10 ár og Cori, ið er 7 ár. Tað skrivar Tv2.dk










