Ritgerðin hevur heitið ´Flow through and around fish farming nets´. Verkætlanin hevur verið skipað sum eitt samstarv millum Fróðskaparsetrið og universitetið í New Hampshire, sigur Fróðskaparsetrið.
Øystein hevur kannað, hvussu rákið er tvørtur ígjøgnum og uttan um netið í aliringum. Mátingar eru gjørdar á alibrúk í Føroyum, umframt at royndir eru gjørdar í tóvtangunum á Universitetinum í New Hampshire og á US Naval Academy í Baltimore, USA. Mátingarnar eru nýttar til at menna eitt teldusimuleringsforrit til at gera útrokningar av rákinum gjøgnum alinótir.
Menta forritið og mátingar, sum vórðu gjørdar á Gulanum í 2005, eru millum annað brúkt til at rokna tíðina, sum skal til fyri at útskifta sjógvin í einum aliringi, og hvussu hetta verður ávirkað av gróðri. Ávirkanin av gróðri er lutfalsliga størri í spøkum ráki enn í hørðum ráki. Serligur dentur er lagdur á at finna fram til, hvussu dragi av einari nót skal roknast. Hetta hevur týdning fyri at rokna, hvussu rákið fer ígjøgnum nótina, og hvussu ein nót arbeiðir í mun til rákið.
Øystein Patursson er hoyvíksingur, føddur í 1974. Hann varð útlærdur snikkari áðrenn hann í 1999 fór at lesa á Fróðskparasetrinum. Hann hevur lisið oljuverkfrøði, verið verkætlanarsettur, og síðani 2003 verið PhD-verkætlanarsettur á Setrinum. Frá fyrst í 2008 hevur hann starvast sum granskari á p/f Fiskaaling. Oljufeløg og amerikumenn hava fíggjað Ph.D.-verkætlanini.










