Snikkaraverkstaður bleiv til Pálsstovu

Hjúnini Páll og Jórun Petersen úr Kaldbak hava í 14 ár rikið Pálsstovu, sum verður nýtt til mangt og hvat. Gjøgnum árini er tað vorðið til nógv bingo, brúdleyp, føðingardagar og aðrar veitslu ella tiltøk

Tað, sum byrjaði sum ein snikkaraverkstaður, endaði við at blíva til Pálsstovu.
Beint áðrenn kreppan í nítiárunum tók seg upp, fór Páll Petersen, snikkari, undir at byggja ein snikkaravekstað. Men mest sum yvir nátt byrjaði kreppan, og nógv virksemið steðgaði upp. Bygningurin stóð innilokaður, men onki varð gjørt við hann afturat í eini tvey ár.
11. januar í 1992 høvdu Páll og Jórun verið gift í 25 ár, og tey høvdu onki stað at halda veitsluna í. Teimum kom til hugs at nýta tóma snikkaraverkstaðin, og væl bar til.
Og tað var nevniliga til hesa veitsluna, at hugskotið kom til teirra at nýta hølini til at leiga út til ymisk tiltøk.
Tey fingu tveir fyrispurningar um leigu til teirra egna silvurbrúdleyp, og tá fóru tey at umhugsa at fáa nyttuna burtur úr hølunum á hendan hátt.
Tey keyptu og gjørdu síðani tað, sum skuldi til fyri at hølið kundi leigast út, og áhugin vísti seg at vera stórur.
Fyrstu tíðina varð hølið millum annað nýtt til ungdómshugna hjá Ebenezer, har samkoman leigaði hølini til at skipa fyri hugnakvøldum fyri teirra ungdóm.Og tá kom hugskotið til navnið Pálsstova fram.
? Tað vóru tey ungu í Ebenezer, sum komu við navninum. Tað vóru ikki vit, greiða tey bæði Jórun og Páll frá.
Seinni byrjaðu feløg at venda sær til teirra, tí tey ætlaðu at skipa fyri bingo. Og ikki munnu nógvir dagar fara burtur ímillum, har lýsing í útvarpinum um bingo í Pálsstovu ikki er at hoyra.
200.000 bollar
Í dag eru tað seks fastir leigarar, sum leiga hølið hvørja viku til bingo. Men so hava tey eisini føðingardagar, brúdleyp og ervi í hølunum.
Tað eru tey somu feløgini, ið hava bingo einaferð um vikuna, og Páll og Jórun plaga altíð at taka eina hond við. Jórun hjálpir ofta til við upplesnaðinum. Tey bæði gera kaffi og syrgja fyri, at okkurt er afturvið, tá støðgur er.
? Okkara arbeiðstíð byrjar, tá hini fara heim, kann man siga, sigur Páll. Men so leggur hann skemtiliga afturat, at tað góða við tí er so, at fyrraparturin er til at halda frí í.
Tá plagar Jórun at baka bæði bollar og køku til bingoini um kvøldið.
? Jórun bakar hvønn dag. 60 bollar um dagin, sigur Páll og hyggur upp á konuna.
Tað hevur Jórun gjørt í mong ár, og um ein roknar eftir, so svarar tað til knapt 200.000 bollar tilsamans hesa tíðina tey hava havt Pálsstovu.
Bæði játta tey, at tað er sera bundisligt hjá teimum, men teimum dámar tað so væl.
? Vit eru leys. Hava vaksin børn og tí ber tað til, sigur Jórun.
Hóast tey ikki eiga seyð ella nakað, so samanber Páll tað við at vera bøndur. Tey kunnu ikki fara nakrastaðni sum so, tí hvør skal so ansa eftir Pálsstovu og taka sær av øllum tí, sum har er.
Fríggjadagur er vikuskifti
Nærum øll vikuskiftini í árinum upptikin. Onkur sunnudagur er farin burtur ímillum, men flestu leygardagar eru upptiknir av onkrum. Um brúdleyp ella annað tiltak til dømis hevur verið eitt leygarkvøld, so fara Jórun og Páll tíðliga frá húsum sunnumorgun, tí reingerðina taka tey sær sjálvi av.
Ein treyt fyri at leiga Pálsstovu er, at tá leigararnir fara úr aftur húsinum, skal tað vera klárt at gera reint.
Fyrr var bingo hvørt gerandiskvøld, men síðani Gekkur kom, er onki bingo fríggjakvøld, so vikuskiftið hjá Jóruni og Pálli er frá hóskvøldi til leygardag. Og tað hava tey vant seg við.
Ein stór familja
Hesi árini tey bæði hava havt Pálsstovu eru tey komin at kenna eina ørgrgynnu av fólki. Tey, ið hava teirra dagligu ella vikuligu gongd í hølunum, og teirra familju koma Jórun og Páll eisini at kenna.
? Vit hava fingið ein fantastiskan vinaskara av hesum, siga hjúnini.
Páll greiðir frá, at tað eru mest einlig, sum koma í Pálsstovu. Bingo plagar at byrja um 19 tíðina, men longu klokkan gott 17 byrja tey fyrstu at koma. So sita tey og práta og hugna sær, inntil bingo byrjar.
? So tað er líka nógv fyri tað sosiala, at tey koma her, heldur Jórun.
Tey greiða frá, at í Pálsstovu taka tey sær av hvørjum øðrum. Um ein persónur ikki kemur á bingo fleiri kvøld, so kemur tað meira enn so fyri seg, at tey ringja og spyrja eftir viðkomandi. Fyri at vita, um nakað er galið og so framvegis.
? Hetta er sum ein stór familja, og tað ger trivnaðin sera góða, siga Jórun og Páll, sum síggja hetta sum teirra starv restina av tíðini hjá teimum á arbeiðsmarknaðinum.
Hóast Páll upprunaliga bygdi hølini tilætlað sum ein snikkaraverkstaður, so hevur hann ongantíð hesi 12 árini Pálsstova hevur verið til, hugt aftur og umhugsa at gera upprunaætlanina til veruleika.
? Nei, nei, eg havi ongantíð hugt aftur, og nú eri eg so tilkomin, at nú geri eg tað ikki, sigur hann.
Jórun leggur at enda afturat, at tey hava gjørt nógv við Pálsstovu øll hesi árini, og tey fegnast um teirra arbeiði. Hvønn dag.