Snik og Snok bjarga jørðini

Superhetjurnar SNIK og SNOK hava góðar dagar. Tær eru umtóktar og róstar av fólkinum og njóta lívið sum heimshetjur. Men ein dagin broytist alt, ein flogalda av skrelli hóttir heimin. Skurkurin Skugga, sum er í holt við at koyra mánan móti jørðini, fær skyldina, og Snik og Snok átaka sær at bjarga jørðini. Norski barnasjónleikurin “Snik og Snok på månen” er bygd upp við animatión, dansi og tónleiki. 


Snik og Snok på månen

Norðurlandahúsið í Havn

Sunnudagin 6/5 kl. 16.00