Sniffilin Nói úti á nýggjum ævintýrum

Onnur bók í røðini um sniffilin Nóa er nú komin út.
Fyrra bókin varð sera væl móttikin, og nógv hava glett seg at lesa meir um ævintýraverðina hjá Rakel Helmsdal

Bøkurnar hava felagsheitið Úr Mosakulluni. Fyrra bókin var Várferðin til Brúnna, og hendan hevur heitið Veturin hjá Undu.

Mosakullan er holan hjá lítla dýrinum Nóa, har hann helst vil verða verandi, men hann noyðist ferð eftir ferð út á ævintýr fyri at hjálpa neyðstøddum.

– Eg fekk hugskotið til hesar bøkurnar, tá eg spákaði til arbeiðis, greiðir Rakel Helmsdal frá.

Dalurin, har søgurnar fara fram, er ein dalur sera líkur dalinum, sum Rakel spákaði í, nevnliga Ovaru Hoydalur. Søgurnar um ævintýrkendu verurnar og dýrini eru íspunnar.

Høvuðspersónurin Nói er ein sniffil. Sniffil merkir smádýr.

Vinirnir hjá Nóa eru sveim, fuglalíkir skapningar við menniskjakroppi, og ein ketta við veingjum.


Lesa fyri børnunum

Í bókaklubbanum hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags, er málbólkurin børn í aldrinum fimm til sjey ár, men Rakel vil vera við, at málbólkurin er nógv størri enn so, og heldur er tey tvey til ellivu ára gomlu.

– Hetta eru bøkur, sum foreldrini skulu lesa fyri børnunum.

Soleiðis havi eg hugsað, tá eg havi skrivað tær, sigur hon.

Edward Fuglø hevur myndprýtt bøkurnar.

– Eg eri so heppin, at eg og Edward hava somu hugmyndir. Tí samstarva vit sera væl, og hansara myndir av mínum verum eru júst so, sum eg havi ímyndað mær tær, greiðir Rakel frá.

Sniðið á bókunum er gamaldags. Kapitlarnir byrja allir við

“Har ið ...”, skrifttypirnar eru av gomlum sniði, og bókaband er í

seinnu bókini. Ferðin hjá Nóa minnir ikki sørt um bøkurnar hjá Tolkien og Tove Jansson. Rakel sigur, at hon, ein og allir aðrir høvundar, fær íblástur frá tí, hon lesur.

Ætlanin er at skriva í hvussu so er tvær bøkur aftrat um sniffilin Nóa.

– Nú havi eg skrivað um ferðir hansara á vári og vetri, so nú má

eg skriva um summarið og heystið eisini, sigur Rakel.

Nakra tíðarætlan hevur hon tó ikki. Tað veldst um, hvat hon

fæst við annars, og um stuðulin er til staðar.