Sniðgevi sum spælir upp á nógvar streingir

Nýggjasta skotið innan føroyska sniðgeving eitur Elsa Bech. Hon hevur nógv jørn í eldinum, tí hon bæði málar, framleiðir barnaklæði, konufólkaklæði og tilhoyr, og so hevur Elsa sína heilt egnu hugsan um, hvussu hon skal náa sínum máli.



------------



Samansjóðað sniðgeving

- Málið er at fáa eitt brand, sum er kent, og har eg kann selja øll míni ymisku ting.

Orðini eigur Elsa Bech, sniðgevi og listakvinna, sum í september stovnaði eina fyritøku í egnum navni: elsabech.

Elsa er útbúgvin sniðgevi og designteknolog. Hon ger serliga barna- og kvinnuklæði, umframt tilhoyr, til dømis pungar og smúkkur. Harumframt er hon listakvinna, sum í stóran mun fæst við málningalist.

- Summi kenna meg frá málningunum, meðan onnur kenna meg frá klædna- og smúkkuframleiðsluni. Nú arbeiði eg við at samantvinna øll tingini eg geri, og eg royni at skapa eitt brand, har alt hóskar inn, sigur Elsa.


Selja á netinum

Men hóast hon er ein ungur, nýútbúgvin sniðgevi við stórum ætlanum, so fer Elsa ikki at ganga vanliga vegin út á marknaðin.

- Tey flestu fara á mótamessur og til showcases og royna á tann hátt at selja síni ting, og fóta sær á marknaðinum. Men eg ætli mær at selja umvegis netið. Í øllum førum í fyrstuni.

- Mótaheimurin er ótrúliga harður, og tað er ringt at fóta sær. Tí hugsi eg, at tað kann vera ein fyrimunur at skapa eina lívsstílssíðu á netinum, har eg sjálv kann hava stýr á tingunum, fylgja við í søluni og áhuganum hjá fólki og selja øll míni ting, sum jú fevna rættiliga vítt, greiðir Elsa frá.

Hon heldur, at tað kanska kann vera ein vansi, at hon hevur so nógv jørn í eldinum, og tað kann eisini vera, at hon við tíðini fer at leggja seg eftir at framleiða okkurt framum okkurt annað, t.d. barnaklæðir ella málningar.

- Felagið hjá mær er so nýtt, so eg føli meg eitt sindur fram enn. Eg fari at brúka komandi tíðina til at finna útav, hvussu eg skal skipa frameiðsluna, og um tað riggar at samantvinna øll hesi ymsu tingini, ella um eg noyðist at satsa uppá okkurt ávíst.

Elsa ásannar, at tað er ógvuliga dýrt at byrja sítt egna merki, og tí leitar hon nú eftir íleggjarum.

- Í hesi vinnuni krevst, at tú fylgir við. Tú mást vera heilt frammi í oddinum, um tú skalt verða tikin í álvara. Og tað kostar. Men tað er ringt at finna nakran íleggjara, nú tað er kreppa, sigur Elsa.

Í tí sambandi er tað eisini ein fyrimunur at byrja við eini heimasíðu, sum við tíðini kann menna seg til nakað størri. Møguliga ber eisini til at gera samstarv við aðrar sniðgevar.

Í løtuni verður arbeitt við heimasíðuni, sum verður virkin seinni í ár.


Ger alt sjálv

Sum er, situr Elsa sjálv á øllum sessunum í fyritøkuni.

- Eg fái hugskotini, framleiði, marknaðarføri og selji. Eg geri alt, men tað kann ikki halda fram. Á hendan hátt fer tað aldrin at geva nakað avkast.

Hon hevur innrættað sær eitt rúm í húsinum til verkstað, og sum er, arbeiðir hon fulla tíð við merkinum elsabech. Men skal hon fáa nakað burturúr, má tað framleiðast aðrastaðni.

Hon hevur tí longu kannað møguleikarnar fyri at framleiða í India, og tað sær út til at kunna gerast veruleiki.

- Um eg fái beint sjálva framleiðsluna til onkran annan, kann eg savna meg meiri um tað kreativa, vísir Elsa á.

Um stílin sigur hon, at hann er rættiliga ráur við hvítum og svørtum.

- Mær dámar væl at blanda ymsik evni, soleiðis at flatan verður samansett og rá á at líta. Tað er galdandi bæði fyri málningarnar og klæðini. Eg havi eisini nokkso nógv bíbilsk motiv í mínum málningum, sum kanska eru meiri í chabby-chic stílinum.

Stóra uppgávan, sum nú liggur fyri framman, er tó fyrst og fremst at fáa heimasíðuna upp at koyra, og síðani finna útav, hvussu -og um- tað letur seg gera at skapa so nógv ymisk ting í senn og samansjóða sniðgevingina.



Stop skydningen smúkkan

Hóast elsabech bert hevur verið eitt merki í stutta tíð, hevur tað longu fingið umtalu frá donsku miðlunum m.a. Elle Magazine. Tað var fyri eina smúkku, evnað sum ein revolvari, sum er eitt mótmæli móti skjótingini, sum alsamt vindur uppá seg upp í Danmark.

- Tað byrjaði við, at ein vinmaður mín varð skotin á Nørrebro. Tá fekk eg íblástur til at gera okkurt; ein trend av onkrum slag, sum kundi tala fyri, at tað er ófeitt at bera vápn.

- Vit høvdu um print í skúlanum júst tá, og tí bleiv tað til hendan printaða revolvaran úr stoffi við áskriftini "Stop Skydningen". Eg sendi myndir til Elle Magazine og tey tóku tað upp. Og síðani hava sera nógv fólk vent sær til mín, og spurt um hesa smúkkuna. Hon hevur eisini selt væl, og eg eri farin undir aðru sendingina nú, greiðir Elsa frá.

- Tað, at tað er ein revolvari, ger eisini, at fólk verða forvitin. Tey vilja vita, hví eg gangi við einum revolvara um hálsin, og tað skapar ein dialog, har eg fái høvi at greiða frá mínari hugsan um at ganga við vápnum, sigur Elsa Bech.


Faktaboks:

- Elsa Bech

- Fødd 02.09.1980

- úr Havn, búsitandi í Suðursvøríki

- Útbúgvin sniðgevi í 2005

- Útbúgvin Designteknolog í 2009

- Merkið eitur elsabech

- Bloggurin finst á elsabech-design.blogspot.dk

- Heimasíðan eitur www.elsabech.dk