Sniðgev tínar skógvar

Frá fríggjadegnum og eina viku fram verður møguleiki at sniðgeva sínar egnu fótbólts- ella renniskógvar hjá Thomas Dam Ítrótti í Havn. Undir heitinum Mi_Adidas hevur týski ítróttarrisin seinnu árini givið keyparunum møguleika at fáa skógvarnar júst so, sum ynskiligt er. Bæði við formgeving, liti og við egnum navni ella nummari á. Frá Thomas Dam siga tey, at best er, um viðskiftafólk bíleggja sær tíð, so sleppast kann undan ov nógvari bíðitíð.