Snellubátarnir fáa nógv størri makrelkvotu í ár

Bátar, sum fiskaðu makrel burtur av íslendsku makrelkvotuni í fjør, fáa væl rúmari veiðiræsur í ár.

 

Í fjør fingu íslendsku snellubátarnir loyvi at fiska 3.000 tons av makreli, men fiskiskapurin eydnaðist so væl, at teir fiskaðu alla kvotuna eftir stuttari tíð. Tí varð avgjørt at lata snellubátarnar fiska frítt tað seinna skeiðið við tí úrsliti, at snellubátarnir fiskaðu tilsamans 4.680 tons.

 

Í ár hevur Sigurður Ingi Jónsson, fiskimálaráðharri, valt at binda um heilan fingur og hevur sett kvotuna hjá snellubátunum til 6.000 tons.

Íslendska heildarkvotan av makreli er 147.700 tons í ár. Fiskimálaráðharrin hevur býtt kvotuna soleiðis, at snellubátarnir fáa 6.000 tons, ísfiskaskip 7.917 tons, frystiskip 30.682 tons og uppsjóvarskipini 103.121 tons.