Sneijder skal avloysa Scholes

Manchester United hevur funnið avloysarin fyri Paul Scholes, meðan Liverpool hevur eyðamerkt einar fimm leikarar, ið skulu styrkja um liðið. Summarið nærkast og ensku fjølmiðlarnir eru á tremur við søgum og gitingum um hvat fer at henda tá flytingarvindeygað opnar aftur. Serliga Manchester United og Liverpool eru at finna á flestu ítróttarsíðnum. Portalurin skrivaði fyrr í mánaðinum, at Manchester United hevur gjørt eina avtalu við Atletico Madrid um at keypa unga málmannin, David De Gea. Knívskarpu lesarnir her á síðuni vóru tú skjótir at vísa á, at allir partar hava avvíst at tað er støðan. Men Dailymail skrivar aftur í dag, at avtalan framvegis er upp á tal. Sambært Dailymail eru Manchester United sinnaðir at gjalda 150 milliónir krónur fyri málmannin.

 

Ein onnur søga, sum hevur fylgt Manchester United í longri tíð, er søgan um hollendska miðvallarin, Wesley Snejider. Sambært fleiri miðlum, so hevur Sir Alex Ferguson peika á 26-ára gamla mivallarin, sum avloysara fyri Paul Scholes. Skapandi miðvallarin hevði ein avgerandi leiklut á miðvøllinum hjá Inter Milan, sum í fjør vann Champions League, Seria A og italsku steypakappingina. Hann hevði somuleiðis ein avgerandi leiklut á hollendska landsliðnum, sum vann silvur heiðursmerki í HM endaspælinum í Suðurafrika í summar. Prísurin fyri Wesley Snejider er yvir 200 milliónir krónur.

 

Aðrar søgur um Manchester United siga, at teir eisini hava eyguni eftir Porto leikarunum Hulk og Ronaldo, umframt Tottenham miðvallarinum, Luka Modric. Orsøkin til at áhugi er fyri framherjanum Hulk er, at Dimitar Berbatov er settur í samband við Juventus.

 

Eisini Liverpool verður sett í samband við fleiri leikarar. Liverpool venjarin, Kenny Dalglish, sigur við The Guardian, at Liverpool má keypa inn í summar um felagið vil hava framgongd. Men hann sigur samstundis, at tað er týdningarmikið at felagið heldur fram at framleiða leikarar. Dailymail er ein av fleiri miðlum, ið skrivar at Liverpool hevur gjørt ein sáttmála við merkið ?Warrior?, sum avloysir Adidas. Sáttmálin skal verða tann størsti í fótbóltssøguni og gevur Liverpool yvir 200 milliónir krónur um árið. Warrior merkið er vælkent í USA og verður millum annað sett nógv í samband vioð Íshoky. Sáttmálin kemur í gildi til kappingarárið 2012/2013.

 

Liverpool eru saman við millum annað Manchester United settir í samband við Ashley Young(Aston Villa) og Charlie Adam(Blackpool). Umframt tað, so eru flestu nøvnini, sum eru sett í samband við Liverpool, at finna í fronskum fótbólti. Teirra millum eru fronsku landsliðsleikarnir Yann M?Vila(Rennes) og Dimitri Payet(St Etienne), og eisini verjuleikarin Mamadou Sakho(PSG). Her fyri kom eisini fram, at Liverpool helst hevur gjørt sáttmála við José Enrique hjá Newcastle. Liverpool hevur havt trupulleikar á vinstra bakki síðani John Arne Riise skifti til italskan fótbólt fyri nøkrum árum síðani. Hesum skal so liðfelagin hjá Jóan Símuni Edmundsson verða loysnin uppá.

 

Men havi nú í huga, at tað er fríggjadagur og ítróttarmiðlarnir ikki hava so nógv at skriva um.

 

(www.guardian.co.uk)

(www.dailymail.co.uk)

(www.talksport.co.uk)

(www.skysports.co.uk)