Tað er týðiligt, at stórur áhugi var fyri, hvør fekk heitið sum ársins fyrstahjálpari og hvør fekk heiðursbræv. Kortini vóru tað ikki tær søgurnar, ið vóru mest lisnar á in.fo í gjár.
Her í Nólsoy skifta vit knøini, tá vit ikki orka longur, í Havnini skifta tit bara dekk á bilunum, segði Marnar á Skúr, og tann samrøðan hevur vakt áhugan hjá fólki.
Ein maður var tikin fyri at koyra uttan koyrikort og tað kostaði honum 5.000 krónur. Seinnapartin var eitt ferðsluóhapp á ringvegnum, men tíbetur fekk eingin nakran skaða, tá tveir bilar og ein bussur brustu saman.
Reyði Krossur handaði virðislønina sum ársins fyrstahjálpari til Joan Hovgaard, Lailu Jacobsen, Eyðstein Poulsen og Tummas Jóhansson Lervig. 14 onnur vóru tilnevnd og fingu tey øll heiðursbræv frá Reyða Krossi.
Tær søgurnar eru her:
Bjargaðu manni umborð á flogfarinum
Skúlasvimjingin mundi endað í vanlukku
Ein maður, sum løgreglan hevði í varðhaldi undir illgruna fyri rúsevnissmugling, varð leyslatin, tá hann hevði gjørt frá sær. Einki var at finna í skarninum hjá manninum.
Úr ítróttinum kundi in.fo fortelja, at Hákun Edmundsson og NSÍ eru vorðin óklar um okkurt, og spælarin venur tí ikki við besta liðnum í løtuni.
Og til seinast, Maria, prinsessa av Danmark, kemur til Føroya fyrst í komandi mánað at luttaka á autismuráðstevnu.