Snarskiva í 10 ár

Borgaramiðstøðin í Tórs­havn hevur nú verið virkin í 10 ár, og kommunan met­ir, at borgarar hava tik­ið væl ímóti og brúkt Snar­skiv­una, ið veitir borg­ar­um í kommununi flestu borg­ar­a­tæn­ast­ur­nar, kunning og veg­leiðing á einum og sama stað.

Tann 1. oktober 2010 fylti Snarskivan hjá Tórshavnar komm­unu 10 ár, og dagurin verður hátíðarhildin seinn­a­part­in í dag.
Snarskivan var sett á stovn fyri at geva borg­ar­u­num í Tórshavnar komm­unu eitt og sama stað at venda sær til í sambandi við kommunalar tænastur, kunn­ing og vegleiðing.
Høvuðsupp­gávu­r­nar hjá Snar­skiv­uni eru inn­an barnaansing, grund­stykki, fólk­a­yvirlit, jour­n­al­røkt, post-, kunda- og  tele­fon­av­greiðslu.
- Okkara fatan er, og tað er dokumenterað í ein­ari brúk­ar­a­kanning, at borg­arar í Tórshavn hava tikið væl í­móti Snar­skivuni. Hon tæn­ir end­a­málinum væl, sig­ur Heðin Mortensen, borg­ar­stjóri.
Hann leggur dent á, at borg­ar­a­venda tænastan skal gerast upp aftur betri við einum munadyggum tæn­ast­u­til­boði á internetinum.
- Vit arbeiða miðvíst við at menna ein borgaraportal á al­netinum, har brúka­rin kann samskifta tal­gilt við Tórshavnar komm­unu og trygt avgreiða síni við­urskifti alt sam­døgr­ið, har hann ella hon er stadd, upplýsir Rók­ur Tummasarson, deild­ar­leið­ari á Snarskivuni.
Í sambandi við há­tíð­ar­­hald­­ið var sam­koma seinn­a­part­in í dag, har Heð­in Mort­­e­n­­sen segði nøkur orð. Ungi list­a­maðurin, Ludvík Breck­mann læt sam­stund­is um lista­fram­sýn­ing í Snarskivuni.