Í gjár var ein heldur øðrvísi dagur fyri katolikkar í Rom. Pávin Benadict XVI valdi at trekkja seg frá embætinum, og sama kvøld slóð snarljós niður í Pæturskirkjuna í Vatikaninum.
Toran slóð - bókstavliga - niður í hjartað á katólska heiminum í gjár.
Tann 85 ára gamli pávin Benadict XVI almannakunngjørdi, at hann fór frá sínum embæti, sum tann fyrsti pávin síðani Gregory XII í 1415. Orsøkin er, at Pávin ikki longur metur seg hava heilsu til at halda fram.
Sama dag var ein stormur í Rom, og eitt snarljós slóð beint niður í kendu kirkjuna í Vatikaninum.
Tíðindastovan AFP eigur myndina, og er tað myndamaðurin Filipo Monteforte, sum megnaði at taka mynd av hendingini.
Pæturskirkjan er í Vatikanríkinum, og er ein av størstu kirkjunum í heiminum, og miðdepil hjá katólsku kirkjuni.
Hetta veit heimasíðan hjá Tv2 í dag.










