Snarkanningar eru nógvar ferðir betri enn eingin kanning

Lækni, sum hevur fingist nógv við koronu, heldur, at tað almenna eigur at keypa útgerð, so at fólk kunnu kanna seg sjálvi fyri koronu

Hóast quick-testir, ella snarkanningar, ikki eru líka tryggar, sum tær PCR kanningarnar hjá sjúkrahúsverkinum, ella hjá Thetis, eru tað munandi tryggari enn einki. Tað sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, sum hevur fylgt væl við koronu-farsóttini síðani hon fór at ganga.

 

Í KvF í gjár mælti Marnar Fríðheim Kristiansen til, at vit fara at gera meiri burtur úr snarkanningum í eini roynd at tálma smittuspjaðingini.

 

Tað er fallið stjóranum í Thetis, Maritu Debes Magnussen, fyri bróstið, tí hon sigur, at vit hava ríkiligt av kanningarorku til taks, samstundis sum at snarkanningar eru ein følsk trygd, tí tær eru í mesta lagi 60 prosent álítandi.

 

Les meiri um tað her: Hetta er ein følsk trygd

 

Marnar Fríðheim Kristiansen sigur, at vit kunnu ikki vera fyri uttan PCR kanningar.

 

– Thetis ger eitt fantastiskt arbeiði við PCR kanningum saman við Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og tað er ein av høvuðsorsøkunum, at vit higartil eru komin so væl ígjøgnum korona kreppuna. Hann er greiður yvir, at snarkanningarnar eru ikki líka álítandi, sum PCR kanningarnar. Ein snarkanning er, tá ið fólk keypa kanningarútgerð og kanna seg sjálvi.

 

Men hann leggur dent á, at snarkanningarnar eru undir øllum støðum nógvar ferðir betri enn ongin kanning. Og tað er nettupp støðan, vit eru í beint nú, tí summastaðni er tað so tvørligt at koma á eitt kanningastað, at tey setast aftur.

 

Eitt nú mugu tey í Eysturoynni, sum er hart rakt av koronu, antin til Havnar, ella til Klaksvíkar fyri at verða kannað, og tað er ringt at fáa eina tíð og so hava fólk lyndi til at setast aftur. Ein familja við børnum, sum skal koyra í tímar, fyri síðani eisini at standa leingi og bíða, hava lyndi til heldur at setast aftur, sigur hann

 

Sama støðan gjørdi seg galdandi á flogvøllinum, tí har vórðu kanningarnar niðurlagdar, eitt nú tí at tað var so kostnaðarmikið. Samstundis er tað bara ein fimtingur av teimum, sum koma til landið, og sum fylgja tilmælunum um at lata seg kanna annan dagin efir at tey eru komin.

 

Marnar Fríðheim Kristiansen sigur, at tá hevði tað verið nógvar ferðir betri at fólk fingu eina snarkanning. Hann sigur, at tað er ymiskt, hvussu álítandi tey ymsu sløgini av snarkanningum eru, men verða fólk snarkannað fleiri ferðir á rað, tildømis  tríggar ferðir dag um dag, ella annan hvønn dag, er úrslitið rættiliga álítandi.

 

Hann leggur eisini dent á, at er ein snarkanning positiv, skal hon altíð váttast av eini PCR kanning. Sostatt leggur hann dent á, at hann mælir avgjørt ikki at snarkanningar skulu setast í staðin fyri PCR kanningarnar, men at tær koma afturat.

 

Uppskotið hjá honum er, at Landið keypti eina stóra nøgd av kanningarsettum og býtir tær út til fólk fyri einki, saman við eini vegleiðing um, hvussu tær skulu brúkast.

 

Stjórin í Thetis hevur eisini víst á, at fyri einum árum síðani átalaði tú Thetis fyri at brúka snarkanningar fyri at kanna um fólk høvdu andevnið í blóðinum fyri koronu.

 

– At kanna fyri andevni er nakað annað, tí har eru snarkanningar ikki so álítandi, men tær eru rættiliga góðar til at kanna um fólk eru sjúk, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen. Sum eg skilji, brúka tey nakrar aðrar andevniskanningar hjá Thetis nú, og tær eru rættiliga álítandi eisini.