Snarfost í Miðvági letur upp í næstum

Í gjár skásetti Skráseting Føroya partafelagið Snarfrost í Miðvági.

 

Tað eru feløgini Sp/f 4276 og Sp/f Mykines, sum hava stovnað felagið

 

Nevndarlimir eru Bárður Henriksen í Sørvág, sum er nevndarformaður. Jóannes Henriksen í Sørvági, sum er nevndarlimur, Sigrið Henriksen í Sørvági, nevndarlimur. Stjóri felagsins er Tummas Kristian Henriksen í Sørvági.

 

Partapeningur felagsins er 2.000.000 krónur.Endamál felagsins er at reka fiskivinnu, keyp, søla og annað virksemi í hesum sambandi.

 

Tummas Henriksen sigur við Kringvarpið, at um ein mánað ella so fer virkið aftur at taka ímóti fiski.Hann sigur eisini, at umbyggingin av virkinum hevur vart longri enn ætlað. 

 

– Virkið skal hava millum 2.000 og 3.000 tons av botnfiski um árið, sigur Tummas Henriksen við Kringvarpið.