Løgreglan fekk millum klokkan seks og sjey í gjárkvøldið fráboðan um eitt ferðsluóhapp á landsvegnum nærhendis Hósvík.
- Ein bilur var farin út av landsvegnum nærhendis Hósvík. Ein seyður var farin út á vegin, og fyri ikki at koyra á seyðin, valdi ungi bilførarin, sum óroyndir bilførarar kanska gera, at snara undan seyðinum. Úrslitið var, at bilurin fór út av vegnum, meðan seyðurin stóð óskalaður mitt á vegnum, greiðir vakthavandi frá.
Ungi bilførarin slapp eisini óskalað frá óhappinum.