Snara aftur hjólið í KFUM

Aftur í ár spílar KFUM seg út, tí báðar ólavsøkudagarnar verður stórt eydnuhjól umframt 21-spæl, bamsutombola, fiskibrunnur og matsøla.

KFUM við Hoydalsvegin fer aftur hesa ólavsøkuna at lata dyrnar upp fyri gestum bæði úr bygd og bý.

Í KFUM fer at bera til at spæla í stóra eydnuhjólinum og nógvir ymiskir og spennandi vinningar verða at vinna t.d. karamellir, bamsur, kjøt og ein rúgva av øðrum lutum.

Í hugnaligu matsøluni verður møguleiki at keypa sær ein góðan bita, eitt nú skinsakjøt, rullupylsu, rabarbugreyt, lagkøku o.a. Eitt upplagt høvi, um fólk eru vorðin troytt at ganga oman og niðan eftir havnargøtum.

Umframt eydnuhjólið og matsøluna verða eisini 21-spæl og bamsutombola og fiskibrunnur. KFUM letur dyrnar upp bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag kl. 16 og har verður opið allan dagin líka til kl. 24.

Hetta afturvendandi og hugnaliga ólavsøkutiltakið í KFUM ella basarur, sum tað eisini verður nevnt, er fyri fólk í øllum aldri.

(MYND: Nógv fólk hava ikki verið á ólavsøku, uttan at tey hava vitjað henda árliga basarin í KFUM í Havn. Nógvir góður lutir plaga at vera at vinna - og so verður aftur í ár)