Snævurskygt av fakfelagsrørsluni

Landstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, heldur, at fakfelagsrørslan er snævurskygd, tí hon ikki vil góðtaka eina lóg, sum tryggjar djóraheilsuni í verkfalstíð. Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther sigur, at landsstýrismaðurin nýtir djóraheilsuna sum undanførsla fyri at skerja verkfalsrættin hjá fakfeløgunum við lóg

Djóraheilsa ella skerjing av verkfalsrættindinum.
Hetta er tykist at vera ósemjan millum landsstýrismannin í vinnumálum og forkvinnuna í Føroya Arbeiðarafelag.
Í lesarabrævi í Sosialinum í dag brigslar forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, ætlanini hjá landsstýrismanninum um leggja eitt uppskot fyri tingið, sum sambært forkvinnuni brýtur grundleggjandi verkfalsrættindini hjá fakfelagsrørsluni.
Ingeborg Vinther heldur tað vera burturvið, at Bjarni Djurholm ætlar at leggja fram eitt lógaruppskot, sum ikki gevur fakfeløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum møguleika at lýsa verkfall, sum rakar alivinnuna.
Hesum vísir Bjarni Djurholm aftur.
?Uppskotið tekur bert fyrilit fyri veterinerum viðurskiftum. Ætlanin er at geva landsslæknanum heimild at hjálpa djórum í verkfalstíð, tá djóraheilsan er hótt. Uppskotið tekur fyrst og fremst djóraheilsulig atlit, og er ikki ætlað sum ein skerjing av verkfalsrættindunum, sigur Bjarni Djurholm.
Vinnumálaráðið hevur arbeitt við uppskotinum í eitt gott ár. Landsstýrismaðurin vísir á, at uppskotið er ikki bert ætlað alifiski, men djórum sum heild.

Á tekniborðinum
Bjarni Djurholm greiðir frá, at uppskotið hevur ikki verið til umrøðu í landsstýrinum enn, og tískil ber ikki til at siga um uppskotið verður lagt fyri tingið. Hann vísir á, at Føroyar hava eisini eina skyldu mótvegis útheiminum at fáa skipað viðurskiftini á økinum.
?Tað er ábyrgarleyst, at vit ikk hava skipað viðurskifti á økinum. Ímynda tær um útlendingar fingu frænir av, at eitt nú 20 ross lógu deyð í einum fjósi, tí djóralæknin ikki hevði heimild at fara út, meðan verkfall herjaði landið. Hetta hevði snøgt sagt verið ein vanlukka fyri umdømið hjá okkum uttanlands, heldur Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin heldur, at tað er snævurskygt av fakfelagsrørsluni, at hon áhaldandi tvíheldur um, at landsstýrismaðurin tilvitað roynir at skerja verkfalsrættin hjá fakfelagsrørsluni við uppskotinum.
?Tað má hava áhugan hjá øllum, at djórini hava tað gott, meðan verkfall er. Uppskotið tekur fyrst og fremst djóraheilsulig atlit, og tí er tað ov snævurskygt av fakfelagsrørsluni, at hon bert sær uppskotinum sum eina skerjing av verkfalsrættindum.

Undanførsla
Ingeborg Vinther er rúkandi ósamd við Bjarna Djurholm. Hon heldur lítið um útsagnina hjá landsstýrismanninum um, at fakfelagsrørslan er snævurskygd.
?Djóraheilsan er bert ein undanførsla frá landsstýrismanninum, so hann kann sleppa at skerja rættindini hjá okkum við lóg. Tað er fullkomiliga óneyðugt við einum lógaruppskoti, sum skal tryggja djóraheilsuna, meðan verkfall herjar. Vit vístu undir seinasta verkfalli, at eru trupulleikar, so forða vit sjálvssagt ikki landslæknanum at gera sítt arbeiði, sigur Ingeborg Vinther.
Hon vísir enn einaferð, at ætlanin hjá landsstýrismanninum er eitt greitt brot á demokratisku rættindini hjá fakfelagslimunum.
?Hatta er snøgt sagt ein umbering hjá landsstýrismanninum fyri at ganga áhugamálunum hjá ávísum persónum á møti, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.