Norðmaðurin, sum er síðst í tríatiárunum, hevur játtað seg sekan. Sambært ákæruvaldinum hevði hann lumpað fólk til at rinda sær meiri enn eina millión dollarar. Pengarnar skuldi hann seta í partabrøv, og hann hevði vissað íleggjararnar um, at teir fóru at fáa í minsta lagi 110 prosent aftur.
Undir rættarmálinum kom fram, at norðmaðurin hevði ikki nýtt ein einasta dollara til partabrøv, men at hann í veruleikanum hevði nýtt pengarnar til eina marglætistilveru á Bermuda og til ferðir til Evropa og USA.