Politiið í Melbourne kannar í hesum døgum eitt mál, ið einamest minnir um fuppnummarið úr filminum Ocean´s Eleven.
Ein útlendingur hevur eftir øllum at døma snýtt í einum kasino í Australia, og stolið ikki færri enn 185 milliónir krónur.
Sambært australsku avísini, Herald Sun, eydnaðist tað kasinospælaranum við hjálp frá vakmyndatólunum at gera sítt fuppnummar.
Svikagerðin minnir ikki sørt um senurnar frá filminum Ocena´s Eleven frá 2001, har Brad Pitt og George Clooney brúka vakmyndatól fyri at fáa fatur á eini stórari peningaupphædd á einum kasino í Las Vegas.
Kasinospælarin fekk eftir øllum at døma hjálp frá einum ella fleiri persónum á kasinoinum, sum hildu eyga við vakmyndatólunum og góvu honum tekin undir kortspælinum, soleiðis at hann kundi leggja júst tann rætta innsatsin og harvið fáa milliónirnar.
Vakmyndatólini kunnu síggja stórt sæð alt, ið fyriferst inni í bygninginum, ljóðar tað frá kasinoinum sambært Herald Sun.
Politiið kannar nú svikagerðina, sum verður hildin at vera tann størsta á Crown Casino, síðani staðið lat dyrnar upp fyri fyrstu ferð fyri 20 árum síðani.
Crown Casino verður mett at vera eitt tað størsta kasinoi í heiminum.











