Undrunarvert er tað, at DR longu hevur valt at halda X-Factor veitsluna í Aalborg ? heimbýnum hjá Mohammed... Hevur Mohammed longu vunnið X-Factor?
Hóast óhugsandi, so er tað undrunarvert, at DR hevur valt at leggja teirra ?hitt vinnaran? tiltak, sum verður sunnudagin, í Aalborg, heimbýnum hjá Mohammed,
Hinir finalistarnir eru ikki ættaðir úr Jyllandi, tískil kann ein ganga út frá, at DR allarhelst væntar, at Mohammed vinnur kappingina.
Tiltakið er eitt sokallað ?autograf-event?, har vinnarin hittir sínar fjepparar, og skal framføra vinnaralagið ?Det Bedste til Sidst?.
Sony/BMG, ið yvirtaka ábyrgdina av vinnaranum frá DR eftir finaluna í kvøld ? og sum framleiða fløguna ? greiða frá avgerðini við at siga, at fólki í Jyllandi eisini skulu hava høvið at hitta vinnaran uttan at tey fyrst fara til høvuðsstaðin.
Ikki í okkara hondum
Spurdur av ekstra blaðnum um tað er eitt sokallað avtalað spæl, sigur Jan Lagermand Lundme soleiðis.
- Tú má spyrja plátufelagið, hví tey hava valt at leggja tiltakið í Aalborg. Tað er ikki í hondunum hjá DR eftir kl. 00.01 í nátt. Eg veit ikki, um tey vænta, at Mohammed vinnur, svarar undirhaldsleiðarin í DR, sum samstundis avvísir, at tað er avtalað spæl við í leikinum.
Sambært Sony/BMG er tað ein sera einføld frágreiðing um valið í Aalborg, og als einki at undrast um.. .