Snús fær tannkjøtið at trekkja seg aftur

– Tað gongur nærum ikki ein dagur, uttan vit síggja ung fólk, har vit skráseta slímhinnu broytingar og skaðar á tenn, tannkjøt og tannhald orsakað av snúsnýtslu, sigur Teitur Herup, tannlækni

Seinastu árini er tað blivið alsamt meira vanligt at síggja ung fólk við snúsposum undir yvirvørrini. Um tú ert ungur, so hevur tú ivaleyst lagt merki til, at fleiri fólk snúsa nú enn fyri bara heilt fáum árum síðani.

Vit hava spurt Fólkaheilsuráðið, um tey hava lagt merki til ein vøkstur - og tað er ein stórur vøkstur, vísir tað seg. Men vit hava eisini spurt tannlæknan Teit Herup um, hvussu snús ávirkar tannheilsuna. 

– Umframt at snús er heilsuskaðiligt og kann elva til krabba í munnholu, vælindinum og brisinum, so sæst eisini sjónlig ávirkan á tannkjøt, slímhinnu og tenn tá ein nýtir snús, sigur Teitur Herup. 

Av tí at snús vanliga verður lagt undir yvirvørrina við frammtenninar, so kann tað fáa stóra ávirkan á tannkjøtið.

– Snús fær tannkjøtið um hesar tenn, at trekkja seg aftur so meira av tonn og tannrót kemur framm. Tannkjøt sum hevur trekt seg, kemur ongantíð aftur, sjálvt um ein gevst við at nýta snús, sigur Teitur og vísir á, at tannkjøtið um tenninar gerst ofta reytt og bløðir lættari enn sunt tannkjøt.

– Harumframt so koma brúnligar mislitingar á tenn og tannrøtur, leggur hann aftrat.

Tannlæknin vísir á, at snús eisini órógvar sjálva slímhinnuna har snús liggur. Tí fyri at verja seg, so ger slímhinnan eitt slag av harðari húð, og hetta sæst við, at man fær sokallaðar hvítligar “snúsgardinur”.

– Slímhinnan gerst rukkut, hvítlig og onkuntíð brúnlig í støðum um ein snúsar nógv. Hendan broytingin í slímhinnuni hvørvur tó tíbetur, tá ein gevst at nýta snús, sigur Teitur Herup.

Hvat leggur tú sum tannlækni merki til viðvíkjandi snúsforbrúki hjá føroyskum ungdómi?

– Tannlæknar í Føroyum hava eins og tannlæknar í londunum kring okkum, sæð ein øktan vøkstur av snúsnýtslu, serliga hjá ungdóminum í Føroyum. Tað gongur nærum ikki ein dagur framvið uttan vit síggja ung fólk, har vit skráseta slímhinnu broytingar og skaðar á tenn, tannkjøt og tannhald orsakað av snúsnýtslu, sigur Teitur Herup.

– Frægari at snúsa enn at roykja

Hetta samsvarar væl við tað, tey leggja merki til hjá Fólkaheilsuráðnum, tí har vita tey, at ung snúsa meira í dag enn fyrr. Men samstundis roykja vit føroyingar minni. Um tað er eitt greitt samband millum snúsforbrúkið og royking, er ikki heilt greitt, men tað kann hugsast, at summi fara frá sigarettum og yvir til snús.

– Eg haldi, at tað er absolutt frægari at snúsa enn at roykja. Men hinvegin er tað ikki so sterkt vísindaligt tilfar um heilsuvandar við snúsi í mun til royking. Tað sær tó út til, at har kunnu standast vandar av at snúsa. Tað keðiliga er serliga, haldi eg, at man kann gerast bundin av nikotini. Tí kann snús eisini hugsast at vera ein yvirgongd til sigarettir, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, sum heldur, at upplýsing er vegurin fram.

– Eg trúgvi, man skal royna at upplýsa um, at har eru møguligir vandar og genir av snúsi og nikotini, sigur hann.