Snýr seg ikki um at lasta Danmark

- Landsstýrið skal krevja samráðingar við donsku stjórnina við kravi um, at føroyskir myndugleikar skulu hava politiskan avgerðarætt um framtíðina hjá Eik. - Landsstýrið hevur ikki bara forsømt at røkja føroysk áhugamál og hevur slept føroyska fíggjarmarknaðinum og túsundtals íleggjarum uppá fjall. Tað hevur eisini niðurgjørt og afturvíst øll tilmæli, uppskot, skjalprógv og krøv, sum rættstundis hava verið sett fram um Eik-málið.

Tað skrivar Høgni Hoydal í lesarabrævi, sum hann hevur sent fjølmiðlunum.

- Tá krøvini til Eik komu, gjørdu vit bæði munnliga og skrivliga greitt mótvegis landsstýrinum, at tey skuldu taka fyrsta flogfarið til Danmarkar og krevja samráðingar við donsku stjórnina og als ikki góðtaka tíðarfreistirnar og vantandi innlitið. Vit kravdu skjalprógvini á borðið fyri, at tað ikki bar til at skilja bankarnar sundur og fyri, hvør tók avgerðirnar og á hvørjum grundarlagi tær vórðu tiknar.

Hann sigur, at landsstýrisflokkarnir ikki hava viljað sæð, ikki viljað hoyrt og ikki viljað sagt nakað um hetta mál, hóast alt hevur verið reist rættstundis.

- Hetta mál snýr seg als ikki um at lasta Danmark ella teirra áhugamál. Hetta snýr seg bert um, hvørt vit vilja taka ábyrgd sjálvi og vilja arbeiða fyri føroyskum áhugamálum.

Høgni Hoydal heldur, at tað einasta rætta, sum nú er at gera, er, at landsstýrið viðgongur sínar vantandi gerðir.

- Landsstýrið skal krevja samráðingar við donsku stjórnina við kravi um, at føroyskir myndugleikar skulu hava politiskan avgerðarætt um framtíðina hjá Eik, og at ein óheft kanning av øllum málinum verður sett í verk samstundis, skrivar Høgni Hoydal í lesarabrævinum.