Sníktu seg inn í myrkrinum

Tað var neyvan av tilvild, at streymurin fór í Bagdad fyrrakvøldið. Hildið verður, at amerikanarar sendu servandar hermenn inn í býin í myrktinum

Klokkan níggju hóskvøldið fór streymurin í irakska høvuðsstaðnum Bagdad, og fleiri vesturlendskir fjølmiðlar hava síðani sagt, at servandir amerikanskir og bretskir hermenn vórðu sendir inn í sjálvan býin í myrkrinum.
Hernaðarkeldur, sum bretska blaðið The Guardian hevur tosað við, siga, at fleiri smá lið av servandum hermonnum vórðu sendir inn í býin, stutt eftir at ljósið var farið. Eitt annað bretskt blað, Financial Times, vísir á, at hetta var fyrstu ferð undir krígnum, at Bagdad misti streymin, og at hernaðarkeldur stut eftir váttaðu, at servandir hermenn eru í býnum.
Tey bretsku bløðini siga, at amerikanararnir bumbaðu elveitingina hóskvøldið. Tað avsannaði amerikanska herleiðslan í Qatar, men eygleiðarar siga, at avsannanin var soleiðis orðað, at tað er væl hugsandi, at tað var fregnartænastan CIA, sum sleit streymin. Undir krígnum í Kosovo bumbaðu amerikanarar elveitingina, og tað elvdi til atfinningar, tí sjúkrahúsini lógu í streymloysi.
Summir fjølmiðlar halda kortini, at tað vóru iraksku myndugleikarnir, sum sløktu streymin í høvuðs-staðnum, og at amerikansku og bretsku hermenninir gjørdu sær dælt av hesum møguleikanum at sleppa inn í býin. Tað er ikki heilt greitt, hvør uppgávan hjá hermonnunum er, men hildið verður, at teir skuldu kanna, hvussu sterk verjan í Bagdad er.
Samstundis ávarar amerikanska herleiðslan um, at kríggið er minni enn so liðugt enn, og at tað ring-asta framvegis er eftir.