Sverri Joensen av Norðskála hevur siglt tað mesta av sínum lívið, og seinastu árini hevur hann verið fastur fúsur á Norðhavinum, tá nakað hevur verið at fáa.
Í gjár fekk Sverri Joensen 1700 pund við teimum fýra snellunum hann hevur umborð á hvalvíksbátinum, Susonnu.
Flestu bátarni lógu einar sjey fjórðingar úr landi. Ein part av degnum gjørdi Sverri Joensen eisini tað, men hann vil ikki siga, hvar hann fór.
- Hinir lógu um sjey ella átta fjórðingar úr landi, men eg rýmdi frá hinum, og tú fært meg ikki at siga, hvar eg fór, segði hann ramliga í gjárkvøldið, men legði afturat, at fiskurin er væl frægari í ár enn í fjør, og tað er eisini meiri til av honum.
Hóast Sverri Joensen var millum teir bestu í gjár, so var hetta ikki besti dagurin, tí ein dagin hevði hann meira enn 2000 pund.
Sverri Joensen greiðir eisini frá, at tað hava verið sera fáir dagar í ár, men at í gjár og í dag mugu nógvir rógva út, tí veðrið er so gott.
Sverri Joensen hevur fyrr verið við til at eiga bátin Reynir, sum teir tó seldu í 2000, og síðan tá hevur Sverri róð út burturav.
Túrurin í gjár var bara tann fjórði í ár.
- Mann má royna dagarnar teir dagarnar sum eru, og tí fari eg útaftur í morgin, segði hann.