Tað var ein øgiliga foyur og skammfullur ungur drongur, sum troppaði upp í Føroya Rætti nú ein dagin at standa til svars fyri sínar gerðir.
Men tað var eisini eitt heilt óvanligt mál, sum varð útpenslað fyri dómaranum.
Drongurin er ákærdur fyri tjóvarí og fyri at hava brotið húsfriðin hjá eini ávísari familju.
Og tað var ikki hissini, hann hevði brotið stolið og brotið húsfriðin.
Maðurin var ákærdur fyri at hava at hava verið inni hjá somu familju einar fýra
fimm ferðir mitt um náttina og stolið, ímeðan alt húsfólkið lá og svav.
Harafturat er hann ákærdur fyri at hava roynt at sleppa sær inn í hesi somu hús minst 30 ferðir á náttartíð.
Tvær ferðir hevur hann stolið eina farteldu, men annars var úrslitið smáligt, ein taska við ítróttarklæðum og ymsum til persónliga røkt og okkurt annað smáttarí.
Pissaði á kontaktina
At enda var tað eitt vakmyndatól, sum feldi tjóvin.
Í eini roynd at finna útav, hvør tað var, sum gekk inn til tey á náttartíð, høvdu fólkini í húsunum fingið sær vakmyndatól og tey fingu sær eisini sjálvvirkandi ljós í gongina sum tendraði av sær sjálvum, tá ið onkur kom inn í gongina.
Og tað var júst tað, sum hendi seinastu ferðina, drongurin kom óboðin á gátt á náttartíð. Ljósið tendraði og hann varð fangaður á eini mynd.
Men tá ið ljósið tendraði, royndi hann, hvat hann kundi fyri at fáa tað at slókna.
Hann hevði ongi amboð við sær, men hann var kortini ikki ráðaleysur, tí hann gjørdi ikki mætari enn at pissa á kontaktina. Og tað riggaði, tí ljósið slóknaði, men tá varð ov seint.
Drongurin segði, at hann kendi tey, sum búðu í húsunum, tí talan var um ein gamlan floksfelaga, men tað var bara einaferð, at floksfelagin var vaknaður, tá ið óbodni gesturin var komin á gátt á náttartíð.
Keddi seg
Allir partar vóru samdir um, at slík framferð var alt annað enn vanlig
Men drongurin visti ikki at siga, hví hann hevði borið seg soleiðis at. Einasta forkláring, hann kundi koma í tankar um, var, at hann hevði kedd seg so óluksáliga illa, at hann fann upp á hvat sum helst, fyri at fáa okkurt at henda.
- Ella var tað av berari býttheit, helt hann fyri.
Drongurin er ongantíð revsaður fyrr og hann hevur eisini verið ein mynsturborgari síðani hetta her.
Hann hevur nú fast arbeiði, sum hann trívist væl í og sum hann passar væl.
Alt hetta førdi til, at hann sleppur undan at sita.
Hann fekk sostatt 30 dagar treytaða fongulsrevsing. Tað merkir, at hann sleppur undan at sita, ger hann onki annað revsivert hesi bæði næstu árini.
Hann skal tó vera undir eftirliti frá kriminalforsorgini og geva seg undir treytir frá stovninum og tað játtaði hann at gera.









