Í 70’unum hevði Holland at kalla kollvelt fótbóltsheiminum. Hóast fólkatalið í landinum ikki borgaði fyri tí stóra, so bergtóku Cruyff og liðfelagar hansara allan fótbóltsheiminum við flótandi álopsfótbólti. Totalfótbóltur varð nýggja gandaorðið, har allir spælarar kundu spæla á øllum plássum, og har tað tí var vónleyst at byrgja upp fyri støðuga álopsspælinum. Í øllum førum næstan vónleyst, tí vesturtýska fótbólsmaskinan var ikki soleiðis at basa í HM-finaluni í 1974. Og tá Holland aftur spældi seg í HM-finaluna fýra ár seinni, hildu tey flestu, at Holland varð steðgað av politisku korruptiónini hjá Videla og hansara hernaðarjuntu.
Framvegis aldi Holland framúr fótbóltsspælarar, men tvær kiksaðar HM-undankappingar á rað bóru boð um, at lítla fótbóltsstórveldið ikki longur var heilt tað sama.
Eitt nýtt ættarlið av fótbóltsspælarum vildi tað tó øðrvísi. Etniska fjølbroytni í landinum er stórt, og millum komandi stórspælarar vóru fleiri við afrikonskum upruna.
Ein av hesum spældi í Ajax. Hóast blaðungur, so vísti Frank Rijkaard fótbóltsevnir, sum á bestu døgunum leiddu tankarnar móti sjálvum Beckenbauer. Leikluturin sum skrellimaður á miðvøllinum vekir ofta minnir um harðar hálsar, sum ikki fýra fyri kontantum spæli, men í Rijkaard hevði Ajax ein spælara, sum megnaði tað mesta, uttan at gera sær dælt av minni penu síðunum av fótbóltinum.
Eins og Gullit, so hevði Rijkaard ættarbond úr Surinam, og longu 17 ára gamal vóru boð eftir honum, tá legendariski Leo Beenhakker setti hann á besta liðið. Longu í fyrsta dystinum sýndi hann stórspæl á verjukenda miðvøllinum, umframt at hann skoraði eitt mál, og skjótt varð hann fastur maður á Ajax-miðvøllinum.
Rýmdi frá Cruyff
Í Hollandi eru tað ikki tey nógvu, sum tora at tosa ímóti Cruyff, men tað var júst tað, sum Rijkaard tordi. Stórspælandi var hann partur av einum Ajax-liði, sum aftur var í ferð við at leggja Europa fyri føtur sínar. Við Cruyff á beinkinum, Rijkaard á miðvøllinum og van Basten í álopinum eydnaðist at vinna trý hollendskt meistaraheiti og tríggjar steypakappingar í árunum 1980 til 1987, og veruligar ábendingar um stórlið sóust, tá Ajax í 1987 vann europisku kappingina fyri steypavinnarar.
Rijkaard fann seg tó ikki í øllum, sum Cruyff kom við, og á heysti 1987 rýmdi hann frá venjing og segði, at hann ongan tíð aftur fór at spæla undir leiðslu av hollendska fótbóltsgudinum.
Endin varð, at Sporting keypti spælaran, men hann spældi ongan tíð ein tann einasta dyst fyri portugisiska stórfelagið. Fyrsta árið varð hann læntur til Real Zaragoza, og longu á sumri 1988 vildi Milan hava fatur á spælaranum. Hetta eftir eina framúr EM-kapping, har Rijkaard saman við van Basten og Gullit var borganin fyri hollendska sigrinum.
Teir tríggir vóru nú allir í AC Milan, sum komandi árini fullkomuliga domineraði europiskan fótbólt. Tvey meistaraheitið og tvey Europa-Cup fyri meistaralið gjørdist talan um, áðrenn Rijkaard í 1993 vendi aftur til Ajax, har seinasta bragdið stóð fyri framman. Sum verjustýrimaður megnaði Rijkaard her at stýra Ajax til Champions League-finaluna móti AC Milan, og her gjørdist Patrick Kluivert stóra hetjan, tá hann skeyt einasta málið í finaludystinum. Bæði við Hollandi og Ajax hevði Rijkaard prógvað, at lítla landið aftur taldist millum tey stóru í fótbóltinum. Í báðum førum við flótandi álopsfótbólti sum sterkasta vápninum.
Framvegis virkin
Og Rijkaard er enn virkin innan fótbóltsheimin. Longu í 1998 stóð hann á odda fyri hollendska landsliðnum, og síðani hevur venjarayrkið fevnt um størv hjá Sparta Rotterdam, Barcelona, Galatasary og Saudi Arabia, har hann nú er landsliðsvenjari.
Best man hann vera kendur fyri árini í Barcelona (2003-2008), har hann við Ronaldinho á liðnum stóð á odda fyri kanska mest undirhaldandi fótbóltinum í Europa. Mong halda tó, at hann hevur hug at lata spælarum sínum dekan ov nógva ábyrgd, men eingin ivi er tó um, at tað framvegis er spælistílur hansara, sum er sjónligur í Barcelona, tó at Guardiola og Vilanova seinnu árini hava ment spælistílin enn meira.