Snøggi Petur Háberg

Óivað snøggasti sangarin at trína á pall á ársins Asfaltsfestivali er Petur Háberg.

Og hann var ikki einans penur og pent ílatin ? hann var stuttligur og charmerandi.

 

Tónleikurin hjá Peturi kann lýsast sum elektriskur singer/songwriter ? eitt sindur sum Tim Christensen, bara við nossum.

 

Sangirnir hjá Peturi vóru væl komponeraðir og vóru, hóast popputir og murri-vinarligir, spennandi. Petur var greiður oddamaður, men hann hevði ein orduliga góðan bólk afturat sær. Serliga annar gittarspælarin, Bartal (sum nokk hevur Føroya klænstu leggir!), skaraði framúr. Bæði Petur og bólkur vóru við uppá tað og góvu soleiðis teimum annars rættiliga penu løgunum eina freka og feita eyka dimensión. Petur ferðaðist víða ? frá stillum, inniligum baladum til villar, larmutar rokkarar, og prógvaði við síni dynamisku framførslu at hann hevur tí djúpd, sum skal til at gera veruliga góðan tónleik. Tí veruliga góðan tónleik, tað hoyrdu øll, ið leitaðu sær inn á Tjóðpallin at lurta eftir Peturi Háberg í kvøld.