Smyril verður ikki tikin

6-mannafør menn: Vágbingar vunnu sera sannførandi sigur í Vestmanna

Smyril úr Vági hevði undan fjarðastevnu vunnið allar róðrarnar, og Smyril úr Vági var aftur í dag fyrstur á mál. Harvið eru vágbingar stórfavorittar at vinna FM heitið. Teir hava 35 stig – fult stigatal – og fjarstøðan aftur til tann næsta øktist ídag.

Í FM kappingini er Sundabáturin næstfremstur, men í dag var Hvessingur næstfremstur – ein skut undan Sundabátinum.

Smyril var heilt skjótt fremstur, men í endaspurtinum var Smyril øgiliga drúgvur. Hann fleyg frá hinum, og tá ið vágbingar fóru um málið, var tað meiri enn hálvonnur bátslongd aftur til næsta bátin.

1Smyril04:30.21
2Hvessingur04:33.42
3Sundabáturin04:34.39
4Tindur04:36.23
5Páll Fangi04:40.02
6Rádni04:41.14
7Hósvikingur04:41.31
8Strálan04:58.32
1Smyril35
2Sundabáturin29
3Hvessingur26
4Tindur16
5Gongurólvur11
6Hósvíkingur6
7Riddarin5

rsf.fo