Fyri løtu síðani loysti Smyril frá bryggju á Lindø við kós ímóti Suðuroy.
Hetta veit sudurras.fo at siga í kvøld.
Óskil hevur verið á suðuroyarleiðini síðstu dagarnar, tí avloysarasskipið Galaxy ikki hevur megnað at siglt ætlaðu túrarnar.
Og á sudrras.fo fegnast tey eisini um tíðindini um, at Smyril er á veg aftur til Føroya:
Sagt verður m.a:
Tað eru helst rættiliga nógv, sum eru glað fyri at Smyril nú aftur stevnir heim.
Seinastu dagarnir hava verið alt annað enn nøktandi við ferðasambandinum um Suðuroyarfjørð.
Samb ætlanini hjá SSL so fer Smyril í sigling aftur mánamorgunin, men vit hava hoyrt søgur um at hann helst longu byrjar at sigla sunnukvøldið.