Smyril vælkomin til Runavíkar

Runavík bjóðar seg fram sum fast alternativ til Smyril, tá ið havnarlagið í Havn ikki kann brúkast

Runavík er fús at vera fast alternativ hjá Smyrli, tá ið tað ikki ber til at brúka havnina í Havn.

Tað siga bæði Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari í Runavík og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík

  

Suðuroyarsiglingin er darvað av, at Smyril hevur avmarkaða motororku og ein alternativ havn, sum er nevnd í hesum sambandi, er Runavík.

 

- Umstøðurnar við Runavíkar havn eru góðar til eitt skip sum Smyril, siga teir báðir.

 

Er neyðugt at gera ábøtur, er kommunan fús at gera tær og tá ið Eysturoyartunnilin er komin, fer teinurin til Havnar at tódna munandi. 

 

Runavíkar býráð er fús at samskifta við Strandferðsluna og landsstýrið um ábøtur, so at Runavík framyvir kann vera fasta alternativa havnin hjá Smyril, táið strandfaraskipið á suðuroyarleiðini hevur trupulleikar við at koma inn í aðra av havnunum á meginleiðini, - í hesum føri Tórshavn, siga Tórbjørn Jacobsen og Magnus Rasmussen.

 

Les eisini: Nýggj havn til Smyril á Argjum