Smyril á Vági

Sjáldsamur gestur vitjaði Vág í dag. Í dag um 12:30 tíðina sigldi Smyril inn á Vág. Ætlanir eru um at nýta Vág sum bunkringshavn, og í dag royndi Smyril bryggjuna við Vágsverkið Smyril hevur bunkrað á Sundi, men ætlanir eru um, at framyvir skal Smyril bunkra olju í Vági. Umstøður eru við bryggjuna við Vágsverkið hjá SEV - har stóru oljutangarnir standa, og í dag kom Smyril á Vág at royna umstøðurnar.

Veðrið er av tí fagrasta í dag, og tað sá út til, ot ongir trupulleikar vóru, og væl gekst at koma til og frá. Men hvussu verður við ætlanunum um bunkring í Vági frættist óivað meira um seinni.

Nú hevur Smyril roynt umstøðurnar í Vági, og Smyril gjørdi skjótt av, tí um 13 tíðina fór hann norður aftur á Krambatanga.